140x140

Oljudálking

Oljudálking á sjónum er ein afturvendandi trupulleiki, bæði út frá landi, men serliga inni í havnum. Ein vanlig orsøkin er, at olja rennur yvir, tá bunkrað verður.

Ábyrgd

Tað eigur ikki at koma fyri, at olja rennur á sjógv. Orsøkirnar til flestu óhappini eru ósketni og vantandi mannagongdir. Tað eru tey, sum fáast við bunkring ella annað virksemi við olju, sum hava ábyrgd av, at einki rennur á sjógv.

Fráboðan

Øll, sum varnast oljudálking, skulu beinanvegin boða frá:

 Oljudálking á sjónum skal fráboðast til:

 Oljudálking á landi skal fráboðast til:

 MRCC-Tórshavn og løgreglan fráboða síðani øðrum myndugleikum, eitt nú kommununi, sløkkiliðinum, Landsverk, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskiveiðueftirlitið og Umhvørvisstovuni.

Revsing

Oljudálking er revsiverd, bæði á sjónum og landi. Eisini um tað ikki verður gjørt við vilja. Rennur olja á sjógv vegna ósketni, t.d. undir bunkring, kunnu tey, sum hava ábyrgdina, verða revsað. Fyri oljudálking á sjónum eru hesar vegleiðandi bótarstøddir: 25.000 kr. fyri 50 litrar av olju, 150.000 kr. fyri 500 litrar av olju og 250.000 kr. fyri 1.000 litrar av olju. Umframt bótina, skal dálkarin eisini rinda fyri at basa dálkingini. Er oljudálking framd við vilja ella av grovum ósketni, kann verða talan um væl hægri bøtur ella fongsulsrevsing í upp til tvey ár. 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Oljudálking